BBC hevur í dag kunngjørt árliga listan við hundrað kvinnum, sum í ár hava mestu ávirkan og verða mettar sum kveikjandi.
Millum úrvaldu kvinnurnar eru tvær norðurlendskar. Tær eru svenska Astrid Linder, professari í ferðslutrygd, og finska Anna Huttunen, ið verður lýst sum carbon impact tech expert.
Millum hinar 98 finna vit so ymsar kvinnur sum meksikansku Clara Elizabeth Fragoso Ugarte, ið er lastbilaførari, og fyrrverandi amerikansku forsetafrúuna, Michelle Obama, sum er sakførari, rithøvundur og campaigner.
Her er listin við teim hundrað kvinnunum, sum BBC í tilvildaligari røð hevur valt, tí tær hava ávirkan og eru kveikjandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo