![B 70](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/4/1/csm_B_70_773ba6a56d.jpg)
![B 70](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/4/1/csm_B_70_773ba6a56d.jpg)
Bayern München hevur vunnið Bundesligaina fyri áttandu ferð á rað, eftir sigurin 1-0 á Werder Bremen.
Sjálvt um tveir dystir eru eftir at leika í Bundesligaini, kann Bayern München ikki takast.
Sostatt verður Bayern München týskur meistari fyri áttandu ferð á rað og 30. ferð tilsamans.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo