Veðrið hevur verið betri onkuntíð tá vestmenningar hava hildið bátastevnu, men tað hevur sanniliga eisini verið verri onkuntíð og sigast kann ikki annað enn, at lagið var gott tá einir 100 bátar ella gott og væl tað seinnapartin sigldu av Fútakletti og inn á Vestmanna, har øll vóru boðin til suppu og annað gott.
Nógvir húsvognar eru eisini komnir til bygdina og seinni í kvøld verður dansur í stóra tjaldinum sum er reist á kaiøkinum, har bátarnir eisini liggja.
Til ber at síggja skránna á facebookvanganum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo