Línuskip: Undir Føroyum eru tvey línuskip. Bæði eru á Føroya Banka. Báðir koma at landa í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Vit rokna við at onkur av teimum smærru línuskipunum fara avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru við Eysturgrønland og try undir Føroyum.
Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar út á vikuna. Veðri verður gott, men vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at fiskaríið er vánaligt.
Djúpvatnstrolarar: Tað er bara ein djúpvatnstrolari til fiskarí. Hann fiskar djúpvatnsfisk, kongafisk, blálongu og svartkalva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo