Bátafelagið á Toftum & Nes Kommuna: Bátafelagið á Toftum, ið skipar fyri Bátafestivalinum, hevur valt at útseta Bátafestivalin 20.juni. Tað er fyri at taka atlit fyri korona COVID-19.
Vit vilja hava ein góðan og hugnaligan bátafestival og tað er ikki møguligt, nú korona COVID-19 ger um seg í Føroyum.
Vit vilja fylgja ráðunum frá mynduleikunum og at samlað túsund fólk á Bátafestivali á Toftum, er ikki rætt at gera í løtuni.
Nes Kommuna, sum skipar fyri Várdøgunum vikuna undan Bátafestivalinum, hevur eisini valt at útseta øll teirra tiltøk.
Bátafelagið á Toftum og Nes Kommuna koma vónandi at skipa fyri ymiskum tiltøkum undan Bátafestivalinum 20.juni.
Vit fylgja gongdini við korona smittuni og kunning kemur komandi tíðuna, um hvat verður á skránni til Bátafestivalin á Toftum og til Várdagarnar hjá Nes Kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo