Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Báta- og Listasavnið í Leirvík, sum varð sett á stovn í ár 2000, og sum hýsir týdningarmiklum parti av bátum, sjóvinnusøgu og listasøgu Leirvíkar, verður opið skírisdag, langafríggjadag og páskaaftan.

Hundrað-ára føðingardagin hjá Leirvíksmálaranum, Jóannis Kristiansen, hin 12.februar í ár, læt upp forkunnug serframsýning við einum hópi av málningum hansara á ovastu hædd í bygninginum, sum er gamla turkihúsið hjá Klæminti Eliasen og Elias Eliasen og sum seinni hýsti reiðaravirkseminum hjá Osmundi Justinussen og øðrum fram til 2012, tá Eysturkommuna tók yvir bygningin.

Framsýningin hongur uppi enn, og nú er aftur høvi at njóta verk eftir Jóannis Kristiansen (12/2 1918- 3/3 1988) – eins og eftir Sámal Toftanes og onnur listafólk úr Leirvík.

Vælútgjørda, áhugaverda og hugnaliga bátasavnið á miðhæddini er sjálvsagdur partur av vitjanini.

Savnið er opið soleiðis:

Skírisdag 29/3    kl.16-18

Langa fríggjadag 30/3  kl.16-18

Páskaaftan 31/3  kl.16-18

Sí annars sending hjá Kringvarpi Føroya um Báta- og Listasavnið og um 100–ára framsýningina, hin 23/3 2018: http://kvf.fo/sending/lyst?sid=79002

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo