Dysturin millum PSG og Istanbul Basaksehir FK er fyribils steðgaður eftir at fjórðidómarin sigst hava sagt okkurt rasistiskt móti turkiska beinkinum.
Talan er um hjálparvenjaran Pierre Webo sum helst fekk eina rasistiska viðmerking frá fjórðadómaranum tá ið hann var vístur burtur av beinkinum hjá Basaksehir.
– Hví segði tú «negro», hví segði tú «negro», endurtók Webo fleiri ferðir við fjórðadómaran, skrivar VG.
⏱️25' | #PSGIBFK
— Istanbul Basaksehir ENG (@ibfk2014En) December 8, 2020
10 mins break. All players are in the dressing room. https://t.co/vWD9HbXofU
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo