Barry Humphries er um okkara leiðir best kendur í leiklutinum sum Dame Edna Everage, í Føroyum ikki minst tí, at Dame Edna var oftani at síggja um ta tíðina tá Sjónvarp Føroya byrjaði at senda.
Barry Humpries doyði í apríl mánaða, og hóast sjálv jarðarferðin var tá í stillum fyri teimum nærmastu, so verður nú eitt alment hald í Operahúsinum í Sydney um mannin við teimum nógvu gávunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo