Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá ein av gynækologunum á Landssjúkrahúsinum var at hoyra í útvarpinum í kvøld, vóru orðini mong - men ongantíð nevndi hon BARNIÐ :( 

"Skermurin" (ultraljóðs), "at hyggja eftir skerminum", varð nevnt fleiri ferðir, men ongantíð var BARNIÐ, sum hyggjast skuldi eftir, nevnt :( 

"Skuldarkensla hjá kvinnum"  var eisini fleiri ferðir nevnd, men ikki eitt orð um orsøkina til hesa kenslu-BARNIÐ :(

At "skamma kvinnurnar" varð nevnt, men ikki eitt orð um orsøkina til evt. skomm, burturtøkan av BARNINUM :(  

"Ráðgeving og upplýsing" er ov lítið av, var semja um, men ikki eitt orð um BARNIÐ, sum upplýsast og ráðgevast skal um :(

Og so avdúkaði hon, at  hon ikki veit, at tað stóra alheims arbeiðið, sum Pro Vita og aðrir felagsskapir fremja, er fyri AT BJARGA ÓFØDDA BARNINUM og at veita mammu og pápa BARNSINS hjálp.  

Niðanfyri kanst tú lesa nøkur brot úr vanlukkuligu samrøðuni, sum hevur givið gynækologinum bæði óvirðiligheits- og óverdugheitskenslu, men tað skilji eg væl, tí uppgáva okkara sum læknar er at bjarga lívum! 

Brot úr útvarpssamrøðuni:

M.a. segði hon: 

"at man skal tvinga tær til at síggja ultraljóðskermin, tað meini eg er bara eitt endamál við, tað er at leggja meiri skuldarkenslu á kvinnuna enn tær longu hava" ....

"at man skal noyða tær at hyggja uppá ein skerm ...... tað er óverdugt bæði fyri meg sum lækna og fyri kvinnuna" ....

"har er endamálið eittans, at skamma tær út og at fáa tær til at føla meiri skuldarkenslu, enn tær longu hava"....

"ráðgeving verður tað ikki gjørt nóg nógv av, nei, tað kunnu vit saktans verða einig um"....

Jenis av Rana
lækni og løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo