Tórshavnar kommuna: Mánadagin 28. oktober verður stór barnaskrúðgonga, sum Barna- & Ungdómsøkið í Tórshavnar kommunu skipar fyri, í sambandi við Fjølmentanarvikuni 2024.
Børn úr øllum dagstovnum í kommununi møtast á Ovara vølli í Gundadali kl 10.00.
Kl 10.15 fer skrúðgonga úr Gundadali og oman á Vaglið.
Ommur, abbar, foreldur og øll onnur eru vælkomin at fylgja gonguni úr Gundadali og oman á Vaglið. Tónleikur, fløgg og gott lag myndar barnagonguna.
Á Vaglinum verða røður og undirhald fyri øll.
Gongan væntast at vera á Vaglinum umleið kl 10.30 og tiltakið byrjar kl. 11.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo