Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 18. desembur kl. 11 verður barnagudstænasta á Argjum.

Hetta er samstundis dagurin, har sunnudagsskúlin hevur sína jólaveitslu, og tí verður hetta ein serstøk gudstænasta.

Prestur verður Derhard Jógvanson, og hann fer at hava gudstænastuna í einum barnavinarligum vinkli.

Sunnudagsskúlabørnini ganga Luciagongd, og í tí sambandi verður heitt á øll børnini um at møta í seinasta lagi kl. 10.40 at gera seg kláran.

Kvinnubólkurin Tabitha, sum er mannaður við kvinnum av Argjum, syngur eisini.

Eftir gudstænastuna eru øll vælkomin til ein døgurða. Jólaveitslan heldur á eftir døgurðan við ymsum á skránni til gaman og álvara, og okkurt gott verður heilt víst til børnini at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo