Av trygdarávum hava barnagarðarnir Miðgarður og Sóljugarður í Vágum verið stongdir í morgun.
Eitt barn, sum hevur verið á Miðgarði, hevur fingið staðferst VTEC bakteriuna, og í morgun hevur eyka reingerð verið framd, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.
Barnagarðarnir lata uppaftur seinnapartin kl. 13.
Fríggjadagin sendi landslæknin eitt kunningarskriv út til foreldur og starvsfólk í Miðgarði, har kunnað var um bakteriuna stytt VTEC, sum elvir til leyst lív, kvalma, spýggju og fepur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo