Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 7. apríl kl 15.00 verður Barnafestivalurin 2018 settur.

Til setanina fer eitt barnakór at syngja, tvær fittar lundapisur flúgva framvið og onkrar løgnar verur fara at dansa grønlendskan maskudans.

Eisini vitjar vælkenda røddin hjá Jonnu Fritsdóttir Mortensen út barnaútvarpinum, sum fer at seta festivalin og lata barnaframsýningina hjá Hansinu Iversen, Sansarúm upp.

Skráin fyri barnafestivalin er á tremur við tiltøkan fyri børn í øllum aldrum.

Byrjað verður við vitjan úr Grønlandi og eini stuttligari verkstovu í grønlendskum maskudansi. Verkstovan er ókeypis og er, umframt at vera sera lærurík, ein tryggur máti at fáa vant láturmusklarnar. Tá ið liðugt er at dansa, verður farið til sjónleik.

Barnafestivalurin fær nevniliga vitjan av spælandi og sjarmerandi svenska einmansleikinum ”Inferno”.

Umframt Sansarúm, sum er ein framsýning við absrtraktari list fyri børn, letur eisini ein videoframsýning upp hendan leygardagin við stuttfilmum, sum føroysk børn hava gjørt.

Sunnudagin verður farið til konsert. Vælumtóktu barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri eru fastur táttur á barnafestivalinum, og í ár verður tað søgan hjá Edwardi Fuglø um vitapassaran Poetikus, sum verður søgd við orðum, tónleiki og myndum.

Mánadagur til fríggjadag eru halgaðir barnagarðum og skúlum. Tá koma eini 5000 børn í Norðurlandahúsið at uppliva list og mentan á allarhægsta stigi.

Endabresturin av barnafestivalinum er eitt heilt vikuskifti av fjølbroyttum upplivingum til allar aldursbólkar.

Tey allaryngstu (1-5 ár) sleppa til sirkus við írska bólkinum Fidget Feet, sum framføra fittu og vøkru sýningina ”Strange Feathers” um tveir løgnar fuglar, sum royna at læra seg at flúgva. E

isini sleppa tey yngstu (3-6 ár) til spildurnýggja barnaleikin ”Luddi og Lundisa”.

Til tey, sum eru eitt sindur eldri (7-13 ár), verður ein ævintýrakend frásøgukonsert, har Annfinnur Heinesen og tónleikabólkurin hettarher endugeva søgur frá okkara forfedrum.

Og til tey elstu (10-17 ár) verður ein spennandi konsert við bólkinum Dánjal.

Barnafestivalurin er 7.-15. apríl. Sí skránna á nlh.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo