Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs kommuna: Tey foreldur, sum hava børn í frítíðarsskúla, barnagarðinum og vøggustovuni hjá kommununi, fáa eina óvæntaða jólagávu frá býráðnum aftur í ár. Og tað er, at tey sleppa frá at rinda ansingargjald nú í desembermánaði.

Barna og ungdómsnevndin hevur einmælt samtykt í kvøld, at einki ansingargjald verður í jólamánaðinum.

Vágs Býráð sigur í eini fráboðan í kvøld, at í samband við at Vágs kommuna hevur aftur fingið væl meira inn í skatti í ár, eins og árið frammanundan, verður einki ansingargjald kravt fyri jólamánaðin.

- Inntøkurnar av skatti hava verið framúr góðar í ár, har Vágs Kommuna fer at hava nakrar milliónir krónu eftir í ár, enn mett var frammanundan, sigur Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini.

- Sjálvandi skulu okur verja um okkara foreldur, sum hervið fáa ein litlan bata til jólar eins tey fingu í fjør.

- Okur vita jú at nógv er at gjalda í jólamánaðinum frammanundan, sigur Levi Mørk

Levi Mørk sigur, at tí hevur meirlutin hjá Vágs býráðið gjørt av, at einki gjald verður fyri ansingarpláss í des 2023.

Nú skal málið, at enda viðgerast í fíggjarnevndini, og tað skal so samtykkjast í býráðnum seinni í mánaðinum.

Hinvegin er vantandi at alt býráðið tekur undir við hesum, tað var einmælt samtykt í fjør sigur Levi Mørk at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo