Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Lat meg fyrst leggja dent á, at eg eri sera góð við hesa kommununa, og verði eg vald í bygdaráðið, ynski eg at verða við at menna hana soleiðis, at borgarin um fýra ár kann siga, at kommunan er vorðin eitt betri stað at búgva í.

Listi A hevur boðað frá, at vit vilja kanna viðurskiftini hjá barnafamiljum og seta í verk ábøtur, ið kunnu styrkja korini hjá teimum.

Familjur við fleiri børnum eru í tí serstøðu, at dagligu útreiðslurnar eru væl hægri enn hjá øðrum borgarum. Hesi fólk eru í einum tíðarskeiði í lívinum, har tey seta búgv og harvið seta seg í stóra skuld í nógv ár. Familjurnar skulu ikki bert hugsa um at vinna pening til klæði og sunnan kost. Ein stórur postur á útreiðslusíðuni er húsalán og dagstovnagjald. Samstundis hava tær ofta lutfalsliga lægri løn enn nógv onnur, ið hava verið longri úti á arbeiðsmarknaðinum.

At styrkja kor teirra ber til upp á nógvar mátar.

Skattaprosentið í kommununi er í løtuni í hægra lagi í mun til kommunur annars. Meðan meðaltalið fyri landið er 20,67 %, er okkara 21,7 %. Vitandi, at tað var hækkað fyri kortum við tí endamáli at rinda umvælingina á ellis- og røktarheiminum, er tað kanska ikki rætt at nerta tað beint nú. Men við góðum vilja letur tað seg gera.

Eitt valevni á listanum hjá okkum hevur í aðrari grein skotið upp at lækka vøggu- og barnagarðsgjaldið munandi og metir, at hetta fer at kosta kommununi eina góða millión árliga. Hetta átak hevði spart smábarnafamiljum við børnum undir sjey ár nógvan pening.

Barnafrádráttur er ein skattafrádráttur, ið barnafamiljur fáa fyri hvørt barn undir 18 ár. Hesin frádráttur er ymiskur frá kommunu til kommunu. Meðaltalið fyri landið er kr. 6.356, men hjá okkum er hann væl lægri: kr. 5000. Verður hann hækkaður, so fer tað at ávirka livikorini hjá øllum foreldrum við børnum undir 18 ár.

Hugsa vit okkum, at hann hækkaði upp í 8000 krónur, hevði ein familja við trimum børnum undir 18 ár spart 9000 krónur árliga, - og vitiligt er, at allur bati bøtir! Hetta hevði kostað kommununi góðar 800 túsund krónur.

Eitt komandi bygdaráð eigur at leggja doyðin á at bøta um trivnaðin hjá barnafamiljum. Ikki bert tí at verandi borgari so um fýra ár kann siga, at kommunan er vorðin eitt betri stað at búgva í, men eisini tí, at so hevur kommunan sent tað signal, at higar er gott at flyta!

Eitt alneyðugt signal, tí hóast fokus hevur verið á, at fólkatalið í kommununi er vaksið nógv síðsta ár, so er tað sambært hagstovuni minkað við 15 fólkum seinastu átta árini, meðan fólkatalið í t.d. grannakommununi sama tíðarskeið er vaksið við 88 fólkum. Og verður gongdin ikki vend, hevur bygdin um 10 ár ein skúla við 10 – 12 næmingum í  hvørjum flokki, tí barnatalið undir skúlaaldur er sera lágt.

Aimé Jacobsen – valevni á lista A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo