Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum.
Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20 í dansitíðini, har børn og ung dansa saman við vaksnum, og vit gleða okkum til ein vónandi meira vanligan dansivetur enn í fjør.
Fyrsti barnadansurin í vetur verður fríggjakvøldið 8. oktober kl. 20:00. Dansað verður fríggjakvøld kl. 20:00 í dansitíðini fram móti føstulávint - tó er eingin dansur fríggjakvøldið 15. oktober (í heystfrítíðini) og dansað verður bert fyrsta fríggjadagin í desember.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!
Harumframt dansar Dansifelagið í Havn vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22 í dansitíðini. Byrjað verður við ársaðalfundi fríggjakvøldið 22. oktober, kl. 21 í Hornahúsunum. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg, og fólk eru eisini vælkomin bara at møta upp okkurt dansikvøld og vera við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo