- Landsins leiðsla og landsstýrismaðurin á okkara øki áttu at raðfest føroyskt tilfar ókeypis til øll okkara skúlabørn, heldur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.
- Ein andsøgn í mun til nógvu lesingini og lesihugin hjá serliga yngstu næmingunum er, at haldaraskarin hjá barnabløðunum, Strok og Píkasjey, stendur í stað ella er eitt sindur fallandi.
- Um ikki tað verður veruleiki í ár, so er at vóna, at øll skúlabørn í Føroyum fáa barnabløðini ókeypis í 2021 og frameftir. Okkara lutur verður nú at sannføra landsstýrismannin og Undirvísingarstýrið um hetta, skrivar Carl Eli Nolsøe Samuelsen í Skúlablaðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo