Kiwanis Tórshavn: Í vikuskiftissendingini, í Kringvarpinum, í gjár, handaði Karlot Hergeirsson, forseti í Kiwanis Tórshavn, Djóna Eidesgaard, aðalskrivara í Barnabata gávubræv uppá 75.000 kr. til “Í menniskjum góður tokki” hjá Barnabata. 75.000 kr. er tað yvirskotið sum Kiwanis væntar at hava av søluni av jólatrøum í ár.
Eins og undanfarin ár selur Kiwanis jólatrø í tjaldinum aftan fyri Sjónleikarahúsið. Sølan er byrjað, og opið er hvønn gerandisdag kl.16-20 og leygar- og sunnudag kl. 14-20. Við at keypa eitt jólatræ frá Kiwanis stuðlar tú sostatt “Í menniskjum góður tokki.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo