Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tórshavnar Kommuna hevur stórar avbjóðingar á “ansingarøkinum”. Eitt av hjartamálum mínum er, at umsorganarkøkið í kommununi skal virðismetast, styrkjast og mennast.

Vit skulu byrja við at broyta mátan vit tosa um námsfrøðiligt arbeiði og tænastur.

Vit sum familja keypa ymsar tænastur frá Tórshavnar Kommunu, men tá ið eg fái rokningina fyri barnagarð og frítíðarskúla stendur, at eg fái eina rokning fyri “barnaansing”. Hví stendur tað ikki til dømis “GJALD FYRI NÁMSFRØÐILIGAR TÆNASTUR”. Hetta er bert eitt uppskot.

Vit mugu vísa virðing fyri hesum fakbólki og teirra arbeiði. Vit mugu betra um arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla og so framvegis.

Her er nøkur ítøkilig uppskot:

  • ljóðviðurskiftini á øllum stovnum í kommununi skulu betrast

  • leiðslutímar o.a skal vera serskilt, so tíðin ikki verður tikin frá børnunum/borgaranum

  • umstøðurnar at halda steðg í frið og náum skulu betrast

  • fyrireikingartíðin skal verða raðfest

  • tímar til børn við serligum avbjóðingum skal játtast


Pengar eru ikki ein trupulleiki í Tórshavnar Kommunu. Kortini er tað greitt, at trivnaðurin hjá námsfrøðingum ikki verður raðfestur. Gerandiskostur á stovnunum er, at fólk ferð eftir ferð siga upp.

Ynskja vit borgaranum, sum fær umsorganartænastur frá Tórshavnar Kommunu væl, so skal broyting og vilji til!

Betra vit umstøðurnar hjá teimum sum arbeiða á økinum, fáa vit øll ein betri gerandisdag!

Vel ein lista sum velur fólk framum betong og asfalt!

X við Rani Andrasson Skaalum & X við Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo