Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hóskvøldið kl. 19 verður forkunnug konsert í Gøtu Kirkju. Tað er barna- og ungdómskór Langholtskirkju Graduale Futuri, sum fer at framføra.

Langholtskirkja hevur eina langa tradition fyri at arbeiða serliga nógv við kóri, og Graduale Futuri er ein partur av kórskúla Langholtskirkju. Stovnsetarin av kórskúlanum var Jón Stefansson, ið vit her fyrst og fremst kenna frá árligu kórstevnum kórsambandsins, har hann fleiri ferðir hevur stjórnað stóra felagskórinum.

Barna- og ungdómskórið er komið til Føroya í sambandi við framførslurnar av tónleikaverkinum og søguni “Skrýmslið, lítla systir mín”, sum í hesum døgum verður framført av Føroya Symfoniorkestri, Eivør, Barnakór Musikkskúlans og Graduale Futuri á barnafestivalinum í  Norðurlandahúsinum.

Kórið telur 13 gentur, sum á konsertini í Gøtu Kirkju millum annað fara at syngja sangir úr tónleikaverkinum “Skrýmslið, lítla systir mín” saman við Eivør. Harumframt fara genturnar at syngja eitt breitt úrvali av kendum sum ókendum kór- og kirkjutónleiki. Kórleiðari er Rósa Jóhannesdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo