Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Stór øki, sum søguliga sæð hava verið frægar fiskileiðir fyri m.a. trolveiðu, hava verið stongd í langa tíð, ja, í fleiri áratíggju í nógvum førum. Átti partur av hesum økjum ikki at verið opnaður aftur í minsta lagi í eini royndartíð? Ella verður friðað og stongt við tí fyri eyga, at hesi øki ongantíð skulu latast upp aftur? Hetta sigur Bárður á Lakjuni, sum hevur sett landsstýrismanninum spurning um hetta evnið.

Í dag eru umleið 56% av leiðunum innan fyri 300 m dýpi stongdar fyri veiðu við troli alt árið, undantikið trolbátar, sum hava loyvi at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar um summarið.

Um grýtingarfriðingarnar verða lagdar afturat, so eru umleið 69% av økinum innan fyri 300 metrar dýpdarkurvina heilt ella partvíst friðað fyri trolveiðu. Flestu friðingar hava verið óbroyttar síðani í 1990'unum, og summar friðingar eru væl eldri enn tað.

Tað svaraði Dennis Holm, landsstýrismaður, Bárði á Lakjuni, tingmanni, í einum §52a fyrispurning í september í ár

- Uppá sítt pláss at spyrja nærri um friðingar og steiningar í heila tikið

Bárður á Lakjuni vísir á, at friðingarnar fyri trolfiskiskapi eru sera umfatandi, og at tað sýnis at vera torført at reka løngevandi vinnu.

- Sum steinur oman á byrðu vórðu friðingar í Kassa I norður úr Mykinesi og í vestara parti av Geiranum longdar í mun til tað, sum tær plaga at vera. Hesar friðingar komu sera illa við hjá einum parti av fiskiflotanum, sum longu er sera sperdur. Spurningurin er so, um sama skil verður í 2025, sum tað varð í ár. Hetta eigur vinnan í øllum førum at fáa at vita.

Bárður vísir á, at tað tískil er uppá pláss at spyrja nærri, um friðingar og steiningar í heila tikið.

- Stór øki, sum søguliga sæð hava verið frægar fiskileiðir fyri m.a. trolveiðu, hava verið stongd í langa tíð, ja, í fleiri áratíggju í nógvum førum. Átti partur av hesum økjum ikki at verið opnaður aftur í minsta lagi í eini royndartíð? Ella verður friðað og stongt við tí fyri eyga, at hesi øki ongantíð skulu latast upp aftur?

Tískil hevur Bárður á Lakjuni sett Dennisi Holm, landsstýrismanni, hesar spurningar:

  • Verður friðingin í Kassa I norður úr Mykinesi longd í 2025 á sama hátt, sum hon bleiv í ár?

  • Verður friðingin í vestara parti av Geiranum norður úr Fugloynni longd í 2025 á sama hátt, sum hon bleiv í ár

  • Áttu søguliga frægar fiskileiðir, sum hava verið stongdar/friðaðar í mong, mong ár, ikki at verið opnaðar aftur – í hvussu er partvís í eini royndartíð?

  • Hvør er høvuðsætlanin við at friða og steingja? Er tað ikki eitt sindur løgið fullkomiliga at friða og steingja frægar fiskileiðir í áratíggju og ikki at lata upp aftur?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo