Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ísraelsk herfólk eru nú í hjartanum á Gaza býi, upplýsa talsfólk fyri ísraelska herin.

Tað hendir eftir at ógvuslig bumbuálop alla nátt hava verið á økið nærhendis al-Shifa sjúkrahúsinum, sum er tað størsta sjúkrahúsið í Gaza geiranum. Ísrael sigur, at Hamas hevur sína høvuðsstøð undir sjúkrahúsinum, ímeðan palestinsku myndugleikarnir, sum Hamas stýrir, siga, at tað passar ikki. 57.000 fólk skulu vera stúgvað saman á sjúkrahúsinum.

Seinasta samdøgrið hava tó verið tekin um, at fleiri vanlig fólk eru flýdd út gjøgnum eina geil, sum Ísrael heldur opna nakrar tímar um dagin.

Altjóða samfelagið hevur staðiliga heitt á partarnar um at halda vápnahvíld. Næsti sameindi hjá Ísrael, USA, hevur eisini heitt á Ísrael um at halda "humaniterar steðgir" ella "taktiskar steðgir" í álopunum. USA stúrir millum annað fyri vreiðini í arabiska heiminum, og at hon kann festa í eitt nógv meira umfatandi kríggj.

Ísraelar hava samstundis noktað, men Netanyahu forsætisráðharri hevur í óbindandi vendingum gloppa eini hurð fyri at hava stuttar steðgir í álopunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo