Heimsmetið fyri áskoðarar til kvinnufótbóltsdyst varð í kvøld økt við 95 persónum, skrivat TV 2.
91.648 fólk vóru til staðar á stóra fótbóltsvøllinum, tá kvinnurnar hjá FC Barcelona í kvøld vunnu 5-1 móti týska Wolfsburg í semifinaluni í Champions League.
Ongantíð fyrr hava so nógv fólk verið til ein kvinnufótbóltsdyst, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo