Eitt tíðarskeið endar í FC Barcelona í summar, tá ið ikonið Andrés Iniesta gevst í felagnum.
Á einum tíðindafundi í dag í Barcelona boðaði skjótt 34 ára gamli stórleikarin frá, at vegirnir hjá sær og felagnum skiljast eftir sesongina.
Við tárum í eygunum greiddi Iniesta frá avgerðini um at ganga nýggjar leiðir eftir 16 ár á besta liðnum hjá Barcelona, skrivar DR.DK.
Tað hevur verið gitt at Iniesta fór til Kina at leika, men Iniesta vildi ikki siga, hvat felag verður hansara komandi arbeiðsgevari. Men hann fer ikki at leika móti Barcelona, upplýsti hann, sum so útihýsir sponsk feløg ella europeisk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo