– VAR skal hjálpa til at vit fáa meira rættvísi, ikki minni.
Tað sigur Barcelona-forsetin Joan Laporta í einum fýra minuttir longum videobroti sum katalanska stórfelagið hevur deilt út á X seinnapartin í dag.
Lamine Yamal helt seg hava skorað til 2-1 í El Clásico dystinum móti Real Madrid í gjárkvøldið, men bólturin var ikki dømdur at vera innanfyri málstrikuna.
Men var bólturin innanfyri?
El presidente @JoanLaportaFCB: “Hay herramientas como el VAR que deben ayudar a tener una competición más justa y no al revés" pic.twitter.com/qdmav3BP3e
— FC Barcelona (@FCBarcelona_es) April 22, 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo