Barcelona hevur lagt inn eitt boð upp á franska miðvallaleikaran hjá Manchester United, Paul Pogba, skrivar Gianluca Di Marzio seint í kvøld.
Spanska stórfelagið hevur boðið United 50 milliónir evrur, umframt leikararnar Yerry Mina og Andre Gomes fyri Pogba, skrivar Di Marzio.
Manchester United hevur tó ikki tikið av tilboðnum og hevur ongan hug at selja franska heimsmeistaran, skrivar Nettavisen.no.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo