BirkBlogg: Her sæst føroyska Barbara Lervig, standandi mitt fyri í svørtum, saman við upptøkuliðnum, ið gjørdi filmin Holiday.
- Holiday varð tikin upp í Bodrum í Turkalandi á vári í 2017 og vit filmaðu í fimm vikur. Vit vóru eitt stórt lið eini 40 fólk við sjónleikarum. Filmurin er ein co-produktión millum fleiri lond, so filmsliðið var úr nógvum ymiskum londum, og tað merktist eisini í mun til arbeiðsmentan. Øll høvdu ymsar mátar at gera tingini uppá, og tað gjørdi arbeiðið eitt sindur torført til tíðir, men vit lærdu skjótt at laga okkum eftir hvørjum øðrum - og lærdu eisini nógv av hvørjum øðrum, sigur Barbara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo