Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 123/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um viðurkenning av Palestina

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvat bygdi løgmaður pástandin á, tá hann á tingfundi tann 15. mai í ár segði, at Danmark, vikuna undan, hevði viðurkent Palestina sum ríki?

2. Hevur landsstýrið nakrantíð á landsstýrisfundi viðgjørt spurningin, um Føroyar skulu viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki?

3. Hvussu eru mannagongdirnar í sambandi við slíkar viðurkenningar?

4. Eru øll almenn úttalilsi frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya?

5. Um ikki øll almenn úttalilsi frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum eru at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya, hvussu verður so skilt ímillum, nær talan er um almenna politikk Føroya, og nær talan ikki er um almenna politikk Føroya?

Svar:
Til spurning 1-3

Lat meg leggja fyri við at ásanna, at eg kundi havt verið greiðari í munnliga svari mínum tann 15. mai, og fegnist tí um høvi at koma við eini nágreining.

Bara fullveldisríki kunnu viðurkenna onnur lond sum sjálvstøðug ríki. Tað kann gerast við einsíðis fráboðanum og sínámillum avtalum. Tað er rætt sum spyrjarin vísir á, at Danmark hevur ikki framt eina einsíðis fráboðan um viðurkenning av Palestina, sum sjálvstøðugt ríki. Men Danmark taldist millum tey 143 ST-limalondini, ið tóku undir við aðalfundarsamtykt A/ES-10/L.30/Rev.1 frá 10. mai 2024, og tað var hetta, sum var uppi at venda í munnliga spurninginum. Henda samtyktin víðkaði um heimildirnar hjá Palestina í Aðalfundi Sameindu tjóða. Tá eg tí svaraði, sum eg svaraði tann 15. mai í ár, so var tað tí, at eg legði til grund, at Danmark við at taka undir við hesi samtykt, sum útgangsstøði eisini tekur undir við, at Palestina sum frálíður, og undir ávísum treytum, kann verða viðurkent sum sjálvstøðugt ríki.

Nærum 150 lond hava í dag viðurkent Palestina sum fullveldisríki. Tað vil siga, at um tríggir fjórðingar av øllum heimsins londum hava framt hesa viðurkenning. Tað er m.a. grundað á ta sannroynd, at Palestina er limur í UNESCO, fastur eygleiðari í Sameindu tjóðum, sum einans er loyvt sjálvstøðugum ríkjum, sum ikki eru limir í ST, umframt at Palestina eisini er sáttmálapartur í stovnandi sáttmálunum hjá altjóða revsirættardómstólinum í Haag, sum eisini einans er fyri sjálvstøðug ríki.

Bæði lond, sum hava, og sum enn ikki hava, viðurkent Palestina sum ríki, hava alment boðað frá, at varandi friður er neyðturviliga tongdur at eini loysn við tveimum ríkjum. Teirra millum USA, Frakland, Bretland og Danmark. Ein fortreyt fyri eini tílíkari loysn er sínámillum viðurkenning millum Ísrael og Palestina.

Ein loysn við tveimum ríkjum er sostatt eitt sjónarmið, sum breið millumtjóða undirtøka er fyri, eisini millum tey lond, sum enn ikki hava viðurkent Palestina at vera sjálvstøðugt ríki, og sum landsstýrið í útgangsstøði eisini tekur undir við.

Til spurning 4 og 5
Yvirskipað er tað so, at tá ið eitt aðalráð leggur eina fráboðan út á sína heimasíðu, eins og til dømis Uttanríkis- og vinnumálaráðið gjørdi 18. desember í fjør, verður hetta at rokna sum ein almenn fráboðan.

Í Tinganesi, 10. juni 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo