Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nú ein dagin las eg í einari grein í The Guardian um eina kanning, har staðfest var, at aldurdómurin byrjar, tá vit fylla 75. Henda staðfesting var bygd á eina spurnarkanning, har fólk vóru spurd ymsar spurningar um aldur og fatan av aldri; ein fatan, ið tykist merkt av fordómum. Sambært hesari kanningini, so helt meginparturin av teimum spurdu, at ellin byrjar á sjeytifimm ára degnum – tað er um tað mundið, at vit vikna og verða gronut (sic!). Longur niðri í somu grein stóð viðmerkt, at serfrøðingar hava kannað uppáhaldið og eru komnir til, at tað er skeivt, tí tað í grundini er rættiliga individuelt hvussu vit menniskju hava tað við árunum, okkum fella í lut. Hesum vistu vit av. Summi tykjast hálvgomul frá barnsbeini, meðan aldur eftir øllum at døma ikki ordiliga rínur við hjá øðrum.

Soleiðis er við dagsins føðingardagsbarni, Bárði Jákupsson, ið øll árini hevur megnað at halda samband við sína barnsligu síðu, Sjálvt um krúllurnar á honum eru nakað gránaðar, standa tær enn í andarisi, tá hann av fullum huga greiðir frá og sigur stuttligar og áhugaverdar søgur um alt tað nógva, hann hevur upplivað.

- Tað er nevniliga ein fyrimunur, tá árini gerast fleiri í tali, at tað sama er galdandi fyri upplivingarnar og fyri Bárðursa viðkomandi eisini framsýningarnar. Hann hevur fyri kortum havt eitt satt ódnartak av eini framsýning á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og er í skrivandi stund við at fyrireika framsýningarvirksemi í januar.

Umframt at vera listamaður, hevur Bárður Jákupsson verið ein sera virkin, ómissandi listmiðlari, sum hevur skrivað fleiri stórar monografiir um Mikines, Tommy Arge, Torbjørn Olsen osfr.  Frá 1975-89 var hann leiðari á Listaskálanum í Havn, frá 1989 til 2003 var hann stjóri á Listasavni Føroya, og síðani hevur hann arbeitt við listini burturav og hevur eisini fingið tíð til ta stóru monografiina um William Heinesen, sum fekk fleiri fimmstjørnaði viðmæli í donsku bløðunum.

Til upplatingina av eini framsýning hjá Bárði Jákupsson í Steinprenti í fjør, hugleiddi listamaðurin um sítt listarliga útgangsstøði og segði sínar myndir vera grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni - hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" segði listamaðurin millum annað og greiddi frá tá hann sum ungur drongur var til útróðrar og var meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann helt sjálvur, at onkrar av hesum upplivingum, skapini av tindunum onkursvegna sita eftir í hansara málningum og legði aftrat, at systirin teknaði og at hann var inspireraður av henni.

Hann greiddi frá, at einaferð var ein blettur komin á eina av hennara myndum, og hon var sera hørm um blettin, sum hon helt oyðilegði ta fínu myndina. Tá hugsaði Bárður við sær sjálvum, at hann dugdi ikki at síggja, at myndin bleiv verri av blettinum, heldur hinvegin. Hetta haldi eg sigur nakað um hansara egnu listarligu hugsan, sum er opin fyri tí spontana.

Í fleiri framúrskarandi málningum, sum hingu á framsýningini í Norðurbryggjuni helt eg meg hóma hesa uppliving listamansins av at vera staddur í báti á sjónum og haðani síggja berg og tindar daga upp móti himni; tí hetta elvir til eitt skift av sjónarmiði, sum broytir sjónarring og myndevni.

 Sjálvt um Bárður Jákupsson framvegis er tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum og litføgru kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum, er hann ikki ein listamaður, ið av sær sjálvum fylgir kulluni av síni egnu slóð, nei, tað sást greidliga í fleiri stórum málningum í Norðurbryggjuni, at hann arbeiðir við bygnaðinum, bjóðar sær sjálvum av og vágar at stíga á ótroddan veg.

Í dag, tollaksmessudag fyllir Bárður Jákupsson sjeytifimm, vit ynskja honum hjartaliga til lukku, takka fyri innsatsin higartil og gleða okkum til komandi framsýningar.

Kinna Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo