Fyrstvaldi býráðslimur, Arni D. Brattaberg, hevði kallað inn til fund at skipa býráðið kl. 18 í kvøld, skrivar Suðurrás.
Hetta var 2. ferð at býráðsfundur varð settur á skrá.
Men til býráðsfundin í kvøld møttu bara 7 av 9 býráðslimunum, sum manna nýggja býráðið í Vágs kommunu. Tey fýra umboðini hjá Lista E, tvey umboð fyri Sambandsflokkin og Bjarni Johansen møttu, meðan tey bæði umboðini hjá Javnaðarflokkinum møttu ikki á býráðsfundinum.
Sostatt bar tað heldur ikki í dag til at skipa nývalda býráðið í Vágs kommunu, skrivar Suðurrás.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo