BankNordik-savnið: BankNordik-savnið hevur fyri aðru ferð keypt listaverk í sambandi við avtaluna millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og P/F BankNordik um stuðul til keyp av nýggjari føroyskari list. Hesaferð keypti BankNordik-savnið niðanfyri vístu listaverk av listakonuni Jónu Rasmussen, Tórshavn.
Jóna Rasmussen er fødd í 1946 og er ein sera fjølbroytt listakona, sum arbeiðir bæði sum listamálari og grafikari.
Rithøvundurin og listfrøðingurin Eva Furseth greinar listina hjá Jónu Rasmussen soleiðis:
“Tað ekspressiva í verkunum rennur saman við ein fínligan sans fyri tí einfalda og nærum minimalistiska. Myndaevnini verða skorin inn á bein, samstundis sum hon varðar um tað sansaliga og ábendandi. Júst samspælið millum teir ætlandi pólarnar gevur eina huglagsmettaða uppliving. Jóna Rasmussen hevur frá fyrstantíð havt eina serstaka myndasøgn og verið eitt av listafólkunum, sum settu fyridømi í føroyskari list.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo