Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

BankNordik vil fegin stuðla góða endamálinum við átakinum Føroyar lesa, sum varð skotið í gongd í heyst í ár. Í hesum sambandi hevur BankNordik gjørt av at lata øllum skúlabørnum í landinum eina bókagávu til jóla, við tí endamáli at fáa børn og ung í Føroyum at lesa meira

Bøkurnar fara í hesum døgum út á allar skúlar kring landið, har allir næmingar úr forskúla til 10. flokk fáa eina bók, sum hóskar til aldursbólkin.

Átakið Føroyar lesa samsvarar væl við virðisgrundarlagið hjá BankNordik, ið millum annað leggur dent á læring. Tí gleðast vit um at vera við til at skapa karmar fyri góðum lesivanum hjá børnum og ungum í Føroyum, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Føroyar lesa eru sera fegin um gávuna, tí hetta er nakað, sum ger mun. Ein niðurstøða í lesivanakanningini frá 2017/18 var nevniliga, at tað hevur sera stóra ávirkan á lesitíttleikan hjá børnum og ungum, um bøkur eru tøkar hjá teimum at lesa ella ikki. Kanningin vísti, at tey, ið eiga nógvar bøkur við hús, hava lyndi til at lesa meira enn tey, ið eiga fáar. Við hesi bókagávuni frá BankNordik fáa øll børn og ung betri fortreytir at lesa meira á jólum.

Bókagávan er eisini ein gyltur møguleiki at stimbra lesingina í skúlanum, tí allir næmingar í hvørjari skúlastovu í landinum fara at eiga eitt eintak av somu bók. Hetta gevur hvørjum flokki møguleika at kava niður í bøkurnar saman í desember og at seta hol á lesingina, soleiðis at næmingarnir sjálvir kunnu halda fram at lesa í jólafrítíðini.

BankNordik og Føroyar lesa vóna, at bókagávan fer at skapa lesigleði millum børn og ung á jólum.

Føroyar lesa er eitt alment átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Les meiri á føroyarlesa.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo