BankNordik hækkar nú metingina fyri ársúrslitið 2023.
Tað boðar bankin frá í fráboðan til keypsskálan.
Betri rakstur og færri niðurskrivingar gera, at bankin nú væntar úrslitið fer at liggja ímillum 295 og 310 mió kr. Áður hevur bankin sagt, at samlaða úrslitið fyri árið fer at liggja ímillum 260 og 290 mió kr.
Endaliga úrslitið verður kunngjørt 27. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo