Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyrstu 9 mánaðirnir av árinum var úrslitið hjá BankNordik 246 mió kr fyri skatt. Harav koma 90 mió kr frá søluni av danska virkseminum.

Tað upplýsir bankin í morgun, nú úrslitið er kunngjørt.

Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 127 mió. kr. samanborið við 110 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 36 mió. kr. samanborið við 5 mió. kr. í niðurskrivingum sama tíðarskeið í fjør. Rakstrarúrslitið gjørdist 163 mió. kr. samanborið við 106 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Og bankin hevði 7,6 mia. kr. í útlánum samanborið við 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør. Sama tíðarskeið lækkaðu innlán bankans úr 7,5 mia. kr. til 7,4 mia. kr. Solvensurin hækkaði úr 24,9% sama tíðarskeið í fjør til 31,7%.

Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2021 verður millum 230 og 250 mió. kr.

Árni Ellefsen, stjóri, sigur í viðmerking, at árið hevur roynst betur enn upprunaliga væntað.

- Arbeiðsloysið er lágt, eftirspurningurin eftir bústaðarfígging er stórur, og bæði vinna og privat húsarhald eru sum heild væl fyri. Í juli byrjaðu vit at bjóða viðskiftafólkunum eina samansparingarkontu uttan negativa rentu, og vit síggja, at alsamt fleiri velja at gagnnýta tann møguleikan, sigur Árni Ellefsen millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo