Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik ætlar at minka beinleiðis CO2 útlátið til 0 í 2025. Og tað er ein herðing í mun til ætlanirnar higartil.

Bankin sigur, at sum sterkt fíggjarsamtak hevur hann bæði ábyrgd og møguleika at stuðla undir grøna orkuskiftið. Tí leggur bankin eisini dent á at bjóða útlán ið gera tað bíligari hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir til eitt nú bústað og bil.

- Fyrr í ár fór bankin undir at veita eitt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku sum t.d. hitapumpu ella fjarhita. Higartil eru bústaðir fyri uml. 190 mió. kr. fíggjaðir við grøna bústaðarláninum.

- Harumframt eru vit tilvitað um, at okkara egna virksemi eisini skal taka atlit til umhvørvið. Í tí sambandi hava vit broytt upprunaliga málið um at minka okkara CO2-útlát við 50% í 2025 og arbeiða í staðin fram ímóti at minka tað við 70% og fáa beinleiðis útlátið niður á 0, sigur Árni Ellefsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo