Kinesiski ríkmaðurin Justin Sun, sum herfyri keypti eitt listarverk sum var ein banan, fest á ein hvítan vegg við gaffatapi, fyri 43 milliónir dollarar, hevur nú gjørt tað sum hann segði, hann fór at gera, nevniliga etið bananina. Og hon smakkaði væl, sigur hann.
Listarverkið varð selt hjá Sotheby's aktiónshúsinum í New York, og tað varð etið av nýggja ánaranum, sum hevði kallað inn til tíðindafund í samband við hendingina. Tá hann át bananina segði Justin Sun sambært BBC, at tað nú var ein partur av listarverkinum, at tað var blivið etið.
- Bananin smakkaði væl, nógv betri enn aðrar bananir, segði ríkmaðurin aftaná.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo