Ársúrslitið hjá Bygma Balslev í fjør gjørdist 23,6 mió kr. Tað skal samanberast við 22,3 mió kr árið fyri.
Bruttovinningurin vaks úr 62,8 til smáar 65 mió kr.
Starvsfólkakostnaðirnir vóru teir somu, ella heldur lægri, 32 milliónir krónur. Starvsfólkatalið var 62.
Fíggjarstøðan javnvigarði við 166,7 mió kr. Eginognin var 96,7 mió kr.
Sjúrður Johan Olsen er stjóri.
15 milliónir krónur vórðu goldnar í vinningsbýti til eigaran, sum er Bygma Gruppen A/S í Danmark.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo