Nýggj lyklatøl í USA geva ábendingar um, at prísvøksturin er um at minka. Tað sást beinanvegin aftur á Wall Street har partabrøv, sum annars eru minkað nógv í virði seinstu mánaðirnar, gjørdu eitt skarvslop og vuksu nógv í virði. Leiðandi vísitølini vuksu øll, tað breiða S&P 500 vaks við 1,9%, tøkni vísitalið Nasdaq vaks við 2,2% og siðbundna Dow Jones vaks við 1,6%.
Bloomberg News skrivar, at íleggjarar nú rokna við, at renturnar hjá Tjóðbankanum fara at lækka við eini helvt næsta summar.
Inflatiónin minkaði í oktobur til 3.2% úr 3,7% fyri einum ári síðani. Marknaðurin hevði væntað eitt fall, men 0,1% minni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo