Stjórin í Bakkafrost Regin Jacobsen keypti í dag partabrøv í Bakkafrost fyri yvir 10 mió norskar krónur. Tað boðar Oslo Børs frá.
Tað hendir eftir, at partabrævið fall nærum 10% í virði, eftir at felagið í morgun boðaði frá lakari úrsliti og avbjóðingum við størri felli enn vanligt.
Regin Jacobsen keypti tilsaman 20.500 partabrøv fyri 522,4987 norskar krónur stykkið, ella fyri tilsamans 10.711.223 NOK. Partabrævið endaði annars dagin á kursinum 513.5 NOK.
Regin Jacobsen eigur longu framman undan góð 4,6 mió partabrøv í Bakkafrosti, sum svarar til stívliga 7% av fyritøkuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo