Kursurin á partabrævinum hjá føroyska alirisanum táttaði í 800 norskar krónur í síðstu viku. Og tað er meira enn nakrantíð. Í mun til botnin sum var í mars í fjør, tá partabrøv yvir ein kamb fullu ógvusliga tí heimurin fór niður í ferð vegna korona farsóttina, er talan um stóra hækking. Botnurin tá var 455 norskar krónur.
Eftir eitt lítið fall uppundir vikuskiftið er kursurin nú aftur á veg ímóti nýggjum hæddum. Partabrævið hjá Bakkafrosti kann í skrivandi løtu sambært heimasíðuni hjá felagnum keypast fyri 783 norskar krónur.
Stóran týdning fyri kursin hevur sjálvsagt prísurin á laksi á heimsmarknaðinum. Eftir at prísurin í fleiri vikur hevur verið vaksandi, er hann seinastu dagarnar fallin nakað. Men tað er púra vanligt, at tað hendir hesa ársins tíð. Tað er í veruleikanum hent hvørt ár síðani 2016, skrivar norski miðilin ilaks.no.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo