Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Rakstrarúrslitið í triðja ársfjórðingi 2024 fyri alt Bakkafrost samtakið var 173 milliónir krónur, samanborið við 269 milliónir triðja ársfjórðing í fjør.

 

Tøkan í Føroyum var 21.618 tons og 5.411 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 16.740 tons og 4.100 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum og lúsatølini eru framhaldandi metlág. Lívfrøðin í Skotlandi hevur verið munandi betri í hesum ársfjórðinginum enn sama tíðarskeið undanfarnu árini.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Vit eru ikki nøgd við gongdina í hesum ársfjórðinginum, ið varð nógv ávirkað av lágu laksaprísunum á marknaðinum. Verkfallið í vár og staðfestingin av ILA í tveimum ringum í Vági høvdu stóra neiliga ávirkan á úrslitið. ILA-støðan viðførdi, at fiskurin mátti takast í ótíð, áðrenn hann var fullvaksin og hetta, saman við útsettari tøku vegna verkfallið, gjørdi tað munandi torførari hjá okkum at tillaga tøkuna eftir tørvinum á marknaðinum. Vit fegnast um at ILA-sjúkan ikki spreiddi seg og kunnu staðfesta, at mannagongdirnar riggaðu eftir ætlan.

Annars hevur lívfrøðiliga gongdin í Føroyum verið sera góð í ársfjórðinginum. Góður vøkstur hevur verið, lúsatølini met-lág, fellið var lágt og miðalvektin á tikna fiskinum øktist. Eisini á smoltstøðunum í Føroyum hevur gongdin verið góð, og orsakað av hesum styttist umferðartíðin og harvið mongdin av útsettum smoltum. Komandi ár væntar Bakkafrost at útsetta mongdin fer at tátta í 8.000 tons av smoltum – sum er munandi øking frá teimum áleið 2.000 tonsunum fyri fáum árum síðani.

Í Skotlandi gekk rættan veg. Lívfrøðiliga váðastýringin lækkaði mongdina av serligum felli meir enn 80%. Miðalvektin á tikna fiskinum øktist eisini munandi og lúsatølini eru met-lág - eins og í Føroyum. Á smoltstøðini í Applecross gongur alsamt framá við at vaksa um framleiðsluna av stórum dygdargóðum smolti. Í fjórða ársfjórðingi í ár byrjar útseting av 200g smoltum og framyvir er einans ætlað at seta tílík stór dygdargóð smolt á sjógv í Skotlandi.

Fyri at varðveita okkara kappingarføri hava vit sett eina røð av sparitiltøkum í verk í Skotlandi, ið tillaga virksemið til tøkumongdina komandi árini. Eitt av hesum tiltøkum var at lata virkið í Marybank aftur. Hetta varð gjørt í juli og sostatt eru sparingarnar haðani ikki fult sjónligar í triðja ársfjórðingi.

Laksamarknaðurin hevur verið verri í hesum ársfjórðingi, enn sama tíðarskeið í fjør. Laksaprísurin var lágur allan ársfjórðingin, meðan framtíðarútlitini eru munandi bjartari. Serliga í fyrru helvt í komandi ári vænta vit høgar laksaprísir. Lítil vøkstur verður í útboðnum av laksi sum heild, og væntandi verður serliga stórur mangul uppá stóran superior laks. Bakkafrost økir um tøkuna næsta ár, tá vit ætla at taka 100.000 tons av laksi tilsamans í Føroyum og Skotlandi. Vit leggja okkum eftir at gera VAP-sáttmálar fyri umleið 15% av tøkuni komandi ár.

Allur roknskapurin fyri triðja ársfjórðing 2024 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo