Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Aðalfundurin í Bakkafrost, sum verður 28. apríl, skal geva nevndini heimild at keypa fleiri enn 10% av partabrøvunum í felagnum. Eisini skal ásetingin um, at loyvi skal endurnýggjast fimta hvørt ár takast av. Tað vil nevndin, sum biður aðalfundin góðtaka broytingina í viðtøkunum.

Vanliga verður sagt, at tað er gott fyri partaeigararnar, tá ein fyritøka keypir egin partabrøv, serliga um tey eisini verða strikað. Tí soleiðis minkar talið á partabrøvum, sum eru í umfer, og harvið økist virðið (kursurin fer upp) á teimum partabrøvunum, sum eru eftir.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, upplýsir fyri VP, at tað sum so ikki er nøkur ætlan um at seta ferð á keyp av egnum partabrøvum sum liggur aftanfyri umbønina til aðalfundin um at broyta viðtøkurnar.

- Vit keypa javnan egin partabrøv at brúka í eini bonusskipan, sum øll starvsfólkini eru við í. Tað er ein av orsøkunum til, at vit hava eitt ynski um at kunna keypa fleiri partabrøv. So er tað eisini bara eitt generelt ynski um at hava møguleikan, sigur Regin Jacobsen.

Felagið skal keypa partabrøvini til tann prís, sum marknaðurin ásetur, tó við møguleika við einum fráviki frá almenna kursvirðinum uppá 10%, sigur uppskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo