Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost dettur sum ein steinur á børsinum í morgun.

Tað hendir, eftir at fyritøkan ikki livdi upp til tað sum áður er meldað út og greinarar og íleggjarar annars høvdu væntað.

Eitt skifti var kursurin heilt niðri á 650 norskum krónum, og er í skrivandi løtu á 665 norskum krónum, sum er ein døttur uppá stívliga 12% í mun til lukkikursin í gjár.

Bakkafrost boðaði í morgun frá, at úrslitið fyri triðja ársfjórðing var góðar 71 milliónir danskar krónur í mun til 103 mió kr somu tíð í fjør. TDN Infront figures skrivar, at 296 mió kr var tað sum íleggjarar høvdu sett nøsina upp ímóti.

Regin Jacobsen, stjóri, hevur fyrr í morgun greitt frá, at millum orsøkirnar eru, at avgjørt varð at taka fiskin fyrr enn upprunaliga ætlað í Haraldsundi og Viðareiði. Eisini var fellið stórt í Skotlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo