Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: Í seinnu helvt av 2026 er ætlanin, at nýggj smoltstøð stendur klár í Skálavík.

Samlaða støddin á smoltstøðini fer at vera 28.600 m og árliga framleiðslan verður umleið 6,5 milliónir smolt á 500g. Harvið verður rúmførið á smoltstøðini í Skálavík á leið tað sama sum norðuri á Strond, sum er umleið 30.000 m3.

Verkætlanin í Skálavík er ein partur av nýggju íløguætlanini hjá Bakkafrost, sum bleiv løgd fram í juni 2023.

Í henni stendur, at árini 2024-2028 fer fyritøkan at gera íløgur fyri á leið 3 milliardir í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur Bakkafrost gjørt stórar íløgur í m.a. at útbyggja smoltstøðirnar í Glyvradali, á Norðtoftum og Viðareiði.

Endamálið er at ala laksin longri á landi og harvið stytta vakstrartíðina á sjónum. Málið er tí at náa eina størri miðalvekt á smolti.

Bakkafrost heldur fram við samstarvinum við Nofitech at byggja smoltstøðina á Skálavík. Hetta er framhald av samstarvinum bæði á Glyvradali og Applecross í Skotlandi.

Robert Hundstad, stjóri hjá Nofitech, sigur:

- Vit eru sera fegin um at fáa møguleika at byggja triðju smoltstøðina saman við Bakkafrost, og vit síggja fram til at luttaka í enn einari spennandi verkætlan í laksavinnuni. Við at nýta sama snið og tøkni á smoltstøðunum fær Bakkafrost sera gott grundarlag at gagnnýta vitan og minka um váðarnar í verkætlanini og ikki minst deila vitan upp á tvørs í samtakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo