FSF: Í kvøld klokkan 18:00 skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá spaniólar taka ímóti í Marbella í suðurspania.
Ferðalagið kom upp á pláss seinnapartin mánadagin, og síðan hevur hópurin fyrireikað seg til stóru uppgávuna, ið bíðar, nú EM-undankappingardysturin á útivølli móti Spania er á skránni.
– Umstøðurnar her eru framúr góðar, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið sera væl. Hitin liggur um eini 15-20 stig, vit búgva væl, og eg haldi at vit eru so klárir sum tilber at møta spaniólum, sigur Hegga Samuelsen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska liðið byrjar soleiðis: Rói Mørk Hentze verður í mál, og í verjuni verða Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Andrias Edmundsson og Daniel Johansen. Á miðvøllinum frá byrjan verða Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing og Pætur Petersen. Framrættaður miðvallari verður Petur Knudsen, og í álopinum verður Jonn Johannesen.
Eykaspælarar: Jákup Nolsøe Olsen, Bárður á Reynatrøð, Ólavur Niclassen, Bjarki Nielsen, Hanus Sørensen, Arnbjørn Svensson, Pætur Skipanes, Ragnar Samuelsen og Hjalti Kárason Djurhuus.
Støðan í bólkinum
1. Spania 22 stig
2. Norðurmakedónia 14 stig
3. Ísrael 12 stig
4. Kasakstan 10 stig
5. Montenegro 7 stig
6. Føroyar 6 stig
Týsdagin í næstu viku spælir føroyska U21-landsliðið á útivølli móti Kasakstan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo