Í dag, 25. november, er Opið Hús í Reyða Krossi. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á arbeiðið hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og kring heimin.
Nógv spennandi er á skránni, eitt nú tónleikur, góð tilboð, framløgur um endurnýtslu og um krígsins reglur – eisini fáa vitjandi høvi at royna sokallaðar virtual reality brillur, har man kann fáa kensluna av at vera í einum krígsraktum øki.
Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt í Stiðjagøtu 6, Tórshavn kl. 10 – 17.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo