Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

HBF: Aftur í ár vóru nógvir badmintonleikarir við til ungdómskappingina Reykjavik International Games 2024. Leikararnir komu úr HBF, og spældu í U13, U15, U17 og U19. Við á ferðini var millum annað eisini venjarin hjá HBF Wong, sum í hesum døgum er nomineraður til heiðurin sum ársins venjari. Wong hevur gjøgnum seinastu árini, ment leikararnir nógv og hetta sást aftur á góðu úrslitunum frá kappingini.

Tá ið kappingin, sum varð spæld leygardagin 3. februar og sunnudagin 4. februar, var liðug høvdu føroysku leikararnir vunnið fleiri heiðursmerki.

Í U15 vóru 2 silvur vunnar.

Í U17 vóru 2 gull og 1 silvur vunnar.

Í U19 vóru  silvur vunnar.

Hesir leikarir vunnu:

U15 Girls Singles
Silvur: Inga Guðrin Samuelsen

U15 Girls Doubles
Silvur: Sarita Kvilt  og Inga Guðrin Samuelsen

U17 Girls Singles
Gull: Birna K. Jacobsen

U17 Boys Doubles
Gull: Jafet Rasmussen og Máni Berg Ellertsson

U17 Mixed Doubles
Silvur: Jaspur Jacobsen og Eyð Lamhauge Debess

U19 Boys Singles
Silvur: Asbjørn Heide Olsen

Tað er gleðiligt, at Havnar Badmintonfelag aftur luttekur við nógvum leikarum til Reykjavík International Games. Kappingin er sera gevandi fyri allar leikarar, tí her møta teir avbjóðingum frá leikarum, sum teir ikki vanliga spæla ímóti. Harafturat er kappingin góð fyri samanhaldi í felagnum - og eisini verða tvær tjúkkar strikur settar undir tað tætta samstarv, sum eru millum Føroyar og Ísland, tá ið vit snakka um badminton.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo