27. til 29. mai luttók U15 ungdómslandsliðið í badminton í eini kapping í Farum, sum liggur norðan fyri Keypmannahavn.
Føroyskir leikarar hava nú í nøkur ár luttikið í hesari kappingini, og eru nærum hvørja ferð komin heim aftur við fleiri heiðursmerkjum.
At føroyskt badminton er í støðugari menning sæst aftur í hvørjum bólkum, tey eru meldaði til í.
Okkara leikarar luttóku í teimum ovastu bólkunum, E-bólkinum, sum er elitubólkurin, M-bólkinum, sum er beint undir E-bólkinum og í A-bólkinum.
Leikararnir í bæði E, M og A bólkinum høvdu fleiri tættar og gevandi dystir, har føroysku leikararnir stóðu seg sera væl.
Har tað bar til, luttóku tey í heili 3 kappingum, einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Hesi luttóku fyri Føroyar:
Ranja Joensen
Inga Guðrin Samuelsen
Naomi Rajani Færø
Hansina Eysturtún Mouritsen
Sarita Kvilt
Jafet Rasmussen
Tóki Yngvason Guttesen
Ørvur Isfeld
Beinir Rúnason Weihe
Símun Sigvardsen
Við á ferðini var eisini ungdómslandsliðsvenjarin Fai Yin Wong, og ferðaleiðararnir Birita og Jon Sigurd Samuelsen.
Hesir leikararnir komu heim aftur við heiðursmerkjum í A bólkinum
Inga Guðrin Samuelsen, silvur, einmansleikur gentur
Ørvur Gunnarsson Isfeld og Símun Thorkildshøj Sigvardsen, silvur, tvímansleikur dreingir
Símun Thorkildshøj Sigvardsen, vann 3. plássið í einmansleikur dreingir
Naomi Rajani Færø og Inga Guðrin Samuelsen vunnu 3 plássið í tvímansleikur gentur.
Aðrir føroyskir leikarar luttóku eisini í kappingini í Farum. Kristoffur Samulsen vann silvur í tvímansleiki fyri menn saman við einum donskum leikara, hann spældi í U17/19A. Tóra Erlandsdóttir vann gull í einmansleiki og silvur blandaðum tvímansleiki saman við íslendskum leikara, hon spældi í U13A
Fleiri myndir frá ferðini eru at síggja á facebook vanganum hjá Badmintonsambandinum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo