BSF: Landsliðsvenjaratoymið valdi út ein hóp av spælarum, sum hetta vikuskiftið eru til kapping í
Aarhus.
Badmintonlandsliðið spælir sínar dystir í dag og í morgin, har tey luttaka í øllum 3 greinunum einmansleiki kvinnur og menn, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Við í hópinum eru hesir spælararnir:
Magnus Dal-Christiansen
Árant á Mýrini
Rúni Øster
Christian Berg Petersen
Bjarnhild í Buð Justinussen
Ranja Joensen
Birna K. Jacobsen
Eira Á. Petersen
Landsliðsvenjarin Sune Gavnholt er við í ferðalagnum, saman við ferðaleiðaranum Rúna S. Simonsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo