Hóskvøldið 12 December kl 19.30 verður á triðja sinni hildin vælumtókta jólakonsertin Bach í Kertuljósi í Ólavskirkjuni í Kirkjubø.
Ein strúkikvartett undir leiðslu av Jón Festirstein saman við solistum spæla løg av J. C. Bach í kertuljósi.
Aftaná konsertina verður Nachspiel i Roykstovuni.
Tiltakið er ókeypis og sponsorerað av Føroya Stiftsstjórn, Tórshavnar Kommunu og Føroya Bjór.
Rúm er fyri 120 áhoyrarum so fólk verða biðin um at koma í góðari tíð, siga fyrireikararnir.
Ólavskirkjan uttan verður "illuminerað" av ljósi sum Carsten Arnskov og Ljóstøkni standa fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo